Fótbóltur

Video: Íslendsku meistararnir hava keypt Patrik: - Bert undirskrift og læknakanning vanta

Landsliðsáleyparin váttar, at hann er ávegis til Breiðablik. Hetta kann vera eitt umráðandi fet víðari á yrkisleiðini, sigur Patrik Johannesen, ið eisini setur orð á føroyska avrikið í kvøld og landsliðsárið sum heild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-19 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann byrjaði inni og spældi 70 minuttir á Fadil Vokkri leikvøllinum í Pristina í kvøld. Tvøramaðurin stríddist sum vant í føroyska álopinum og á ringa undirlagnum.

Vit fingu í "Mixed Zone" orðið á 27-ára gamla tvørmannin. Hann segði at føroyska liðið hevði nakað at prógva í kvøld, og at tað megnaðu teir eisini við millum annað at koma longur fram á vøllin. 

Fer at spæla við íslendsku meistaranum 

Gitingar hava verið um framtíðina hjá Patriki seinastu tíðina. Hann hevur skorað átta mál í 17 dystum fyri Keflavík í bestu íslendsku deildini, og áhugi hevur verið fyri skjóta og ágangandi áleyparanum. 

Í dag frættist úr Íslandi, at Breiðablik og Keflavík eru komnir ásamt um keypsprís á 11 íslendskar milliónir fyri Patrik - hetta er umleið 550.000 krónur. 

Patrik váttar fyri Portalinum, at partarnir eru samdir, at persónligu viðurskiftini millum hann og íslendska meistaraliðið eru uppá pláss, og at bert undirskirift og læknakanning vanta - talan er um ein sáttmála, ið er galdandi fyri fleiri ár, 

- Hetta er eitt úrslit av at hava gjørt tað væl, at hava arbeitt hart fyri tí, og møguliga er tað gott fyri at koma uppaftur longur


Hoyr alla samrøðuna ovast - rættað og dagført: 20.50

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder