Annað

Bjóða eldri til boksivenjing

Tórshavn Boksing vísir á, at boksivenjing er heilsugóð fyri eldri fólk - seinni er ætlanin at skipa venjingar fyri parkinsons-sjúklingar eisini.

2022-11-25 13:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú ber til hjá tilkomnum og eldri fólkum, ið leita sær eftir ítróttum til tess at betra um heilsuna, at royna seg við boksivenjing.

Tað er felagið Tórshavn Boksing, sum í næstum byrjar við venjing, serliga ætlað seniorum.

Seinni er eisini ætlan at byrja við venjingartilboði, sum serliga er ætlað fólki við parkinsons-sjúkuni.

Felagið skrivar, at ætlanin er at hava venjing fyri seniorar tvær ferðir um vikuna. Venjingin er ætlað fólkum á 60 ár og yvir. Arbeitt verður við somu venjingum, sum verða brúktar á hinum liðunum, venjingarnar eru tó tillagaðar aldursbólkinum í tempo, styrki og kondisjón.

Boksing – tó ikki at boksa í dysti – verður mettur sum ein góður máti at koma fyri seg kropsliga, serliga tá tað snýr seg um at uppbyggja kondi, liðileika, tempo og styrki.

Ætlanin er at hesar venjingarnar verða millum 10 og 11.30 týsdagar og hósdagar umframt teir leygardagar, tá tað annars er opið í felagshølunum.

Meira her: Tórshavn Boksing á Facebook  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder