placeholder
Annað

Styrkilyfting og vektlyfting í Finsen

Hetta vikuskiftið verða tvær kappingar í styrkilyfting og vektlyfting í Virknishøllini í Finsen í Havn.

(Mynd: Føroya Styrkisamband)

(Mynd: Føroya Styrkisamband)

2022-11-26 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið er Virknishøllin í Finsen í Havn karmur um kappingar í styrkilyfting og vektlyfting.

Styrkilyfting er í dag, leygardagin klokkan 13, og vektlyfting er í morgin, sunnudagin klokkan 12 og 13.30 fyri ávikavíst menn og kvinnur.

Styrkilyfting inniheldur tríggjar greinar: Bonkpress, beinbend og rættstøðulyft. Kappast verður í ipf-gl-frymlinum. Vektlyfting inniheldur tvær greinar: Trekk og stoyt. Kappast verður í sinclair frymlinum, skrivar Føroya Styrkisamband.

Møguleiki er at seta met í báðum kappingunum. Galdandi met og lyft í undanfarnu kappingum kunnu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder