placeholder
Hondbóltur

H71 aftur í evropeiska eldin leygardagin

Kekkiska Slavia Praha er á vitjan í Høllini á Hálsi um vikuskiftið. Spælt verður leygardagin og sunnudagin.

Jana Mittún (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Jana Mittún (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

2022-11-28 20:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið skulu hoyvíkskvinnurnar aftur dystast í European Cup. H71 kvinnurnar spældu seg víðari til triðju rundu av European Cup eftir tveimum sannførandi sigrum móti SC Ferlach úr Eysturríki við sigrum á samanlagt 59 – 43. 

Hesaferð verður mótstøðuliðið DHC Slavia Praha úr Kekkia. Kvinnurnar skulu í eldin bæði leygardagin og sunnudagin í Høllini á Hálsi. Báðir dystirnir verða leiktir klokkan 19.

DHC Slavia Praha vunnu undanfarna umfar stórsigur á Holon HC úr Ísrael samanlagt heili 71 – 36. Kekkiska felagið liggur í løtuni á einum 3. plássi í WHIL. WHIL, ið stendur fyri Women Handball International League, er hondbóltsdeildin fyri tey bestu feløgini úr bæði Kekkia og Slovakia. Kvinnurnar úr Prag vunnu WHIL í 2010 og í 2011, men síðan tá er onki steyp vunnið, bæði í WHIL ella bestu deildini í Kekkia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder