placeholder
Fótbóltur

Seinasta umfarið í bólkaspælinum fer nú í gongd

Trettan pláss í áttandapartsfinalunum eru uppá spæl næstu fýra kvøldini. Ongland og Niðurlond skulu gera arbeiði í sínum bólkum liðugt í kvøld - lagt er upp til brak millum Ekvador og Senegal í bólki A og Iran og USA í bólki B.

Ongland kann koma víðari, og samstundis senda Wales út, við einum javnleiki í kvøld. USA skal vinna á Iran (Mynd: EPA)

Ongland kann koma víðari, og samstundis senda Wales út, við einum javnleiki í kvøld. USA skal vinna á Iran (Mynd: EPA)

2022-11-29 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið spældu bæði Brasil og Portugal seg víðari í HM-endaspælinum við sigrum, og tað er nú greitt, at hesi bæði londini skulu spæla í áttandapartsfinalunum í næstu viku. Frakland spældi seg víðari við sigri á Danmark leygardagin.

Hesi næstu fýra kvøldini eru spennandi, tí nú er síðsta umfar í bólkaspælinum á skránni. Í flestu bólkunum er stórur spenningur um í minsta lagið annað plássið í áttandapartsfinalunum.

Í kvøld eru tað Ongland og Niðurlond, ið skulu gera arbeiði liðugt, og serliga hjá Louis van Gaal og hansara monnum, sum spæla móti vertunum, er lítið sum bendir á, at plássið í áttandapartsfinalunum kemur í vanda.

Í bólki A sær tað út til at verða ein beinleiðis finala millum Ekvador og Senegal um 2. plássið í bólkinum, og í bólki B er tað slagið millum Iran og USA - har nógvir politiskir undirtónar eru - sum helst gerst avgerandi, men Wales hevur framvegis ein lítlan møguleika at koma víðari.

Les eisini: Iran vil hava USA blakað úr HM

Yvirlit yvir bólkarnar:

Bólkur A:
1. Niðurlond 4 stig
2. Ekvador 4 stig
3. Senegal 3 stig
4. Katar 0 stig

Í dag, týsdagin 29.11, klokkan 15: 

Ekvador - Senegal
Niðurlond - Katar

Bólkur B:
1. Ongland 4 stig
2. Iran 3 stig
3. USA 2 stig
4. Wales 1 stig

Í dag, týsdagin 29.11, klokkan 19:

Ongland - Wales
USA - Iran


Bólkur C: 
1. Pólland 4 stig
2. Argentina 3 stig
3. Saudi Arabia 3 stig
4. Meksiko 1 stig

Í morgin, mikudagin 30.11, klokkan 19: 

Pólland - Argentina
Meksiko - Saudi Arabia

Bólkur D
1. Frakland 6 stig **
2. Avstralia 3 stig
3. Danmark 1 stig
4. Tunesia 1 stig

** Víðari

Í morgin, mikudagin 30.11, klokkan 15: 

Avstralia - Danmark
Tunesia - Frakland

Bólkur E
1. Spania 4 stig
2. Japan 3 stig
3. Costa Rika 3 stig
4. Týskland 1 stig

Hósdagin, 01.12, klokkan 19: 

Kosta Rika - Týskland
Japan - Spania


Bólkur F:
1. Kroatia 4 stig
2. Marokko 4 stig
3. Belgia 3 stig
4. Kanada 0 stig *

Úti

Hósdagin, 01.12, klokkan 15: 

Kroatia - Belgia
Kanada - Marokko


Bólkur G: 
1. Brasil 6 stig **
2. Sveis 3 stig
3. Kamerun 1 stig
4. Serbia 1 stig

** Víðari

Fríggjadagin, 02.12, klokkan 19:

Serbia - Sveis
Kamerun - Brasil


Bólkur H: 
1. Portugal 6 stig **  
2. Ghana 3 stig
3. Suðurkorea 1 stig
4. Uruguay 1 stig

*Víðari

Fríggjadagin, 02.12, klokkan 15:

Ghana - Uruguay
Suðurkorea - Portugal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder