Fótbóltur

Nýggju menninir skoraðu fyri Ongland

Og Christian Pulisic sendi USA víðari við málinum móti Iran.

Marcus Rashford úr Manchester United og Phil Foden úr Manchester City byrjaðu ikki inni í teimum báðum fyrstu dystunum fyri Ongland. Rashford hevur tó longu trý HM-mál (Mynd: EPA)

Marcus Rashford úr Manchester United og Phil Foden úr Manchester City byrjaðu ikki inni í teimum báðum fyrstu dystunum fyri Ongland. Rashford hevur tó longu trý HM-mál (Mynd: EPA)

2022-11-30 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta umfari í bólki B í HM-endaspælinum var á skránni í gjárkvøldið.

Ongland hevði næstan spælt seg víðari, so hjá liðnum hjá Southgate snúði tað seg í stóran mun um at tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum og harvið sleppa undan Niðurlondum í áttandapartsfinaluni.

Wales hevði framvegis møguleikan at spæla seg víðari, men liðið hjá Rob Page var ongantíð nær við at vinna dystin. Ongland sat á so at siga øllum fyri steðgin, men tað var tíðliga í seinna hálvleiki, at tað eydnaðist at fáa hol á.

Marcus Rashford, ið hevði eitt vánaligt kappingarár fyri Manchester United í fjør og brendi eitt brotsspark í brotssparksskappingini í EM-finaluni, byrjaði hesuferð inni og hann sendi eitt beinleiðis fríspark í málið. Í næsta minutti vann hann bóltin av Ben Davies, Harry Kane sendi bóltin frálíka væl inn í brotsteigin, har Phil Foden úr Manchester City, sum als ikki kom á vøllin í 0-0 javnleikinum móti USA, setti fótin á og økti til 2-0.

[object Object]
Bólturin ávegis til netmeskarnar, eftir at Rashford hevur smekkað til 



[object Object]
Og enskur fagnaður

[object Object]


[object Object]
Aaron Ramsey og Gareth Bale eru ikki á toppinum meira (Myndir: EPA)

Rashford setti punktum miðskeiðis í hálvleikinum, tá hann tók sakina í egnar hendur. Wales fekk ongan sigur í sínum fyrsta HM-endaspæli í 64 ár. Gareth Bale skoraði einasta málið hjá Wales - brotsspark í javnleikinum móti USA - men stóra stjørnan var bert á vøllinum í fyrra hálvleiki í gjár. Hann hevði trupulleikar við baklærinum, og spurningurin er, um Bale spælir fyri Wales aftur, og um landið røkkir einum endaspæli aftur skjótt. Hjá Onglandi er møguleikin framvegis har fyri, at tað kemur heim. Áttandapartsfinalan móti Senegal er á skránni sunnukvøldið klokkan.

Les eisini: Liðformaðurin sendi Senegal víðari

USA greiddi setninginum í tøttum dysti móti Iran, har amerikumenn tó høvdu yvirvágina. Nógv, ið ikki snýr seg um fótbólt, hevur fylt upp til dystin, men á vøllinum syrgdi stóra stjørnan hjá USA fyri, at liðið fekk málið, ið var neyðugt fyri at koma víðari. 

Christian Pulisic úr Chelsea skoraði í 38. minutti, eftir at Barcelona-bakkurin Dest legði innfyri. Pulisic gjørdist skaddur í støðuni og noyddist av vølli, men liðfelagirnir gjørdu arbeiði liðugt, og eins og í millum annað 2014 og 2010 er USA í áttandapartsfinalunum. Har skal liðið hjá Gregg Berhalter, ið ikki hevur tapt enn og bert latið eitt mál inn, royna at taka fetið víðari í dysti móti Niðurlondum, ið verður sunnudagin.

[object Object]

[object Object]
Seinasta atgerðin hjá Pulisic á vøllinum í gjár vísti seg at vera sera týdningarmikil (Mynd: EPA)

Bólkur B:

Í gjár, týsdagin 29.11

Ongland - Wales 3-0 (0-0)
50' Marcus Rashford 1-0
51' Phil Foden 2-0
68' Marcus Rashford 3-0

USA - Iran 1-0 (1-0)
37' Christian Pulisic 1-0


Í dag, mikudagin 30.11:

Bólkur C: 
1. Pólland 4 stig
2. Argentina 3 stig
3. Saudi Arabia 3 stig
4. Meksiko 1 stig

Klokkan 19: 

Pólland - Argentina
Meksiko - Saudi Arabia

Bólkur D
1. Frakland 6 stig **
2. Avstralia 3 stig
3. Danmark 1 stig
4. Tunesia 1 stig

** Víðari

Klokkan 15: 

Avstralia - Danmark
Tunesia - Frakland



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder