Hondbóltur

Fyrsta krabbabókin um føroyskar ítróttastjørnur komin út

- Hví kunnu føroysk børn ikki eisini kunnu lesa um  føroysku ítróttastjørnurnar, ið børn og ung kanska kenna seg enn betri aftur í og kunnu fáa íblástur frá. Soleðis sigur Páll Holm Johannesen, ið hevur arbeitt tætt samna við ÍSF og Nám, í samband við bókina um Elias Ellefsen á Skipagøtu.

2022-11-30 15:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Hugskotið stavar frá mínum gerandisdegi. Sum nógv onnur føroysk foreldur kring landið, eiga vit børn, sum koma heim úr skúlanum við barnabókum um útlendskar ítróttastjørnur.  Alt gott um tað, men síðani setti eg spurningin, hví føroysk børn ikki eisini kunnu lesa um  føroysku ítróttastjørnurnar, ið børn og ung kanska kenna seg enn betri aftur í og kunnu fáa íblástur frá

Hetta sigur Páll Holm Johannesen um íblásturin til fyrstu sonevndu krabbabókina um føroyskar ítróttarstjørnur.

Tá ið ÍSF frætti um hetta hugskotið hjá Pálli Holm Johannesen, hildu vit alt fyri eitt, at tað var gott og vert at stuðla. Sjálvandi skulu føroysk børn, sum læra at lesa, bara lesa um útlendskar ítróttarstjørnur, tá ið vit eiga so nógvar fyrimyndir her heima. 

[object Object]

Saman vi Pálli fór umboð frá ÍSF á fund við Nám um at gera krabbabøkur um evnið, og síðani hava tey ført hesa ætlan heilt út í lívið. Tí vilja vit nýta høvi at takka bæði Pálli, Nám og Bókadeildini hjartaliga fyri at geva føroyskum børnum møguleikan at lesa um okkara egnu ítróttarfólk, ítróttalið og ítróttatiltøk, sum eru viðkomandi her hjá okkum. 

Krabbabøkurnar eru lesibøkur á føroyskum. Tær eru skrivaðar á ymsum torleikastigum, soleiðis at okkurt er fyri børn í 1. flokki, sum læra at lesa – og síðani gerast tær torførari og torførari, sum lesiførleikin mennist.

Henda fyrsta krabbabókin er um hondbóltsspælaran Elias á Skipagøtu, men væntandi og vónandi verða fleiri barnabøkur skrivaðar við føroyskum ítrótti í miðdeplinum. Møguleikarnir eru óendaligir, tí søgurnar og fyrimyndirnar eru óteljandi. Okkara ynski er sjálvandi, at vit fáa eitt breitt úrval, sum fevnar um ymiskar ítróttagreinar og ítróttafelagsskapir.

Ítróttasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder