Fótbóltur

Belgia er úti

Hóast nakrar stórar málmøguleikar endaði við málleysum javnleiki móti Kroatia, ið endaði nummar tvey í bólkinum. Marokko fer víðari sum eitt'ari - norðurafrikanska liðið er ósigrað.

De Bruyne er ein av heimsins allarbestu miðvallarum - Eden Hazard hevur víst dalandi støði síðstu árini og byrjaði ikki í avgerandi dystinum í dag. Spurningurin er, hvussu høgum støði Belgia verður á - við og uttan teir - næstu árini (Mynd: EPA)

De Bruyne er ein av heimsins allarbestu miðvallarum - Eden Hazard hevur víst dalandi støði síðstu árini og byrjaði ikki í avgerandi dystinum í dag. Spurningurin er, hvussu høgum støði Belgia verður á - við og uttan teir - næstu árini (Mynd: EPA)

2022-12-01 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt tíðarskeið tykist at vera av. Belgia endaði nummar trý til HM-endaspælið í 2018 og hevur í tíðini síðani verið nógv á fyrsta plássið á FIFA-styrkislistanum.

Gylta ættarliðið er tó farið at eldast, leikarar sum Eden Hazard, Romelu Lukaku, Axel Witsel og Jan Verthongen eru nú nakað væl frá sínum besta støði, spurnartekin um venjaran Roberto Martinez hava hópast upp, og í hópinum hava - eisini undur hesum endaspælinum - verið nøkur stríðsmál og ósemjur, tó at tað sambært belgisku leikarunum er blást upp.

Belgia tapti fyri Marokko leygardagin og skuldi harvið vinna á Kroatia í dag, men tað eydnaðist ikki. Einki mál kom í dystinum - eisini hóast innskifti Lukaku, ið ikki er í dystarformi, kom til fleiri stórar møguleikar í seinna hálvleiki. Úrslitið merkir, at Belgia er úti, at Roberto Martinez møguliga ikki verður verandi í starviinum, og at belgiska landsliðið skal reisa seg næsta ár í EM-undankappingini.

[object Object]

[object Object]
Lukaku hevur verið nógv skaddur í ár, men spældi seinna hálvleik í dag og kom til nógvar stórar møguleikar - hann megnaði tó ikki at senda Belgia víðari (Mynd: EPA)

Í hinum dystinum í bólkinum komu øll trý málini í fyrra hálvleiki. Marokko hevði tørv á javnleiki fyri at víðari luttøkan skuldi vera heilt víst, men tað eydnaðist norðurafrikanska liðinum at vinna á Kanada. Marokko vann eisini á Belgia og spældi javnt móti Kroatia í fyrsta dystinum og skal harvið møta tvey'aranum í bólki, ið verður avgjørdur í kvøld. Marokko vann eisini sín bólk til HM-endaspælið í Meksiko í 1986.

[object Object]
Hakim Ziyech legði Marokko at odda (Mynd: EPA)

Í dag, hósdagin 1. desember: 

Bólkur F:


Kroatia - Belgia 0-0

Kanada - Marokko 1-2 
4' Hakim Ziyech 0-1
23' Youssef En-Neysri 0-2
40' Sjálvmál 1-2

Endaliga støðan:
1. Marokko 7 stig
2. Kroatia 5 stig
3. Belgia 4 stig
4. Kanada 0 stig 


Klokkan 19: 


Bólkur E
1. Spania 4 stig
2. Japan 3 stig
3. Costa Rika 3 stig
4. Týskland 1 stig


Kosta Rika - Týskland
Japan - Spania

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder