placeholder
Fótbóltur

Suðurkorea snýtti Uruguay

Við 2-1 máli í yvirtíðini móti Portugal spældi Suðurkorea seg víðari til áttandapartsfinaluna í einum HM-endaspæli fyri triðju ferð í søguni.

Stórur suðurkoreanskur fagnaður (Mynd: EPA)

Stórur suðurkoreanskur fagnaður (Mynd: EPA)

2022-12-02 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinast Suðurkorea var í áttandapartsfinaluni í einum HM-endaspæli var í 2010. Tá syrgdi Luis Suarez við tveimum málum fyri, at Uruguay vann 2-1 og harvið sendi Suðurkorea út.

Í dag lá Uruguay leingi til at fáa 2. plássið í bólki H. Giorgan de Arrascaeta skoraði tvær ferðir innanfyri sjey minuttir í fyrra hálvleiki móti Ghana, ið hevði brent eitt brotsspark stutt frammandundan, og tað komu ikki fleiri mál í hesum dystinum - Ghana hevði annars staðið seg við javnleiki.

Tað endaði við, at bæði Ghana og Uruguay, ið hittust í fjórðingsfinaluni í omanfyrinevnda 2010-endaspælinum, fóru út. 

Suðurkorea skuldi vinna á Portugal fyri at hava ein møguleika spæla seg víðari. Byrjanin var tó ringt, tí Ricardo Horta skoraði longu í 5. minutti. Portugal hevði tó sum so einki at spæla fyri, og tað sást sum dysturin leið. Kim Young-Gwon javnaði fyri Suðurkorea eftir 26 minuttir, og so var púra opið aftur.

Tað røktiskt tó ikki fyri, at Suðurkorea fór at leggja seg á odda, men meðan tað framvegis var sama støða í hinum dystinum, skuldi tað bert eitt mál til, og í 91. minutti, eftir hornaspark hjá Portugal, streyk Son avstað við bóltinum. Tottenham-stjørnan helt fast í bóltinum og fekk eina renning við sær, og Son fann væl Hwang Hee-Chan, ið var ísakaldur.

2-1 merkti, at Suðurkorea hevði fleiri sama málmun, men flieri skoraði mál enn Uruguay, men sigurin var ikki nóg mikið í sær sjálvum, tí Uruguay-Ghana var ikki liðugur enn . Eftir seinasta bríksl noyddust suðurkoreanararnir at bíða, til hin dysturin var liðugur. Tað tók nógvar minuttir, og allir suðurkoreanski hópurin var savnaður í einum stórum ringi, har eini tvær telefonir vóru, so menn kundu fylgja við. Tá síðsta bríksl ljóðaði, byrjaði fagnaðurin av álvara, og hann vildi næstan ongan enda taka. Son og aðrir grótu gleðistár - næsta uppgávan verður Brasil. 

[object Object]Mynd: EPA

Í dag, fríggjadagin, 02.12: 

Bólkur H: 

Ghana - Uruguay 0-2 (0-2)
Suðurkorea - Portugal 2-1
1. Portugal 6 stig
2. Suðurkorea 4 stig
3. Uruguay 4 stig
4. Ghana 3 stig


Klokkan 19:

Bólkur G: 
1. Brasil 6 stig **
2. Sveis 3 stig
3. Kamerun 1 stig
4. Serbia 1 stig

** Víðari

Serbia - Sveis
Kamerun - Brasil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder