Fótbóltur

Dumfries og Niðurlond víðari til fjórðingsfinalurnar

Vongbakkarnir hjá Niðurlondum vístu vegin í 3-1 sigrinum á USA í fyrstu HM-áttandapartsfinaluni.

Denzel Dumries úr Inter legði upp til tvey tey fyrstu málini og skoraði tað triðja hjá Niðurlondum (Mynd: EPA)

Denzel Dumries úr Inter legði upp til tvey tey fyrstu málini og skoraði tað triðja hjá Niðurlondum (Mynd: EPA)

2022-12-03 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta áttandapartsfinalan í Katar er av. Niðurlond og USA hittust í Al Rayyan, har Avstralia og Argentina eisini hittast í kvøld. Liðið hjá Louis van Gaal var í favorittleiklutinum og livdi eisini upp til hann.

Hóast USA hevði bóltin væl meira fyrstu tíggju minuttirnar - og í fyrra hálvleiki - vóru tað Niðurlond, ið løgdu seg á odda við einum framúr væl gjøgnumspældum máli. Bólturin kom út til høgru, har vongbakkurin Denzel Dumfries var komin væl framvið, og hann legði smart bóltin flatt og hart útfrá til Memphis Depay, ið er í gongd við at koma fyri seg.

[object Object]
Depay fegnast saman við Dumfries (Mynd: EPA)

Beint fyri hálvleik slapp Dumfries aftur til innlegg, og aftur legði kraftmikliga bakkurin hart og flatt inn í brotsteigin, og har var vinstri vongbakkur Daley Blind til reiðar - við sínum høgra beini - og so var 2-0.

Hóast USA var leikliga væl við og hevði nakrar góðar støður, lá tað heilt til teir appelsinlittu, ið eisini høvdu møguleikarnir at økja. Tá eitt korter var eftir, minkaði innskifti áleyparin Haji Wright um munum og fekk spenning í aftur, tá bólturin á løgnan hátt fór frá hansara fóti og uppum Noppert í málinum.

Dysturin varð tó avgjørdur fimm minuttir seinni. Louis van Gaal hevur aftur fingið nógvar atfinningar í Niðurlondum fyri at spæla 3-5-2/5-3-2 ístaðin fyri tað klassiska 4-3-3 og fyri at vera ov verjukendur. Men eins og við 2-0 málinum kom 3-1 máli eftir at annar vongbakkurin legði innfyri, og hin setti bóltin í málið. Hesaferð var tað Blind, sum sendi bóltin inn við vinstra beinið, og við aftaru stong stóð dagsins leikari Dumfries púra fríur, og skuldi bara seta ein fót á. Hann breyt ígjøgnum á altjóða pallinum til EM-endaspælinum í fjør, og 26-ára gamli vongbakkurin, ið nú spælir í Inter, hevur nú av álvara melda seg inn í HM-endaspælið.

[object Object]
Dumfries til 3-1

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA

USA sá ikki gott út í verjustøðu í samband við málini og er nú úti av HM eftir áttandapartsfinaluna - eins og í 2010 og 2014. Niðurlond eru fyri sjeyndu ferð víðari til fjórðingsfinaluna í einum HM-endaspælið. Nógv bendir á, at mótstøðuliðið har verður Argentina - eins og í 1998. Argentina spælir móti Avstralia í kvøld.

HM-áttandapartsfinalurnar

Í dag, leygardagin 03.12:

Niðurlond - USA 3-1 (2-0)

19.00: Argentina - Avstralia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder