Fótbóltur

Michal og B36 hava longt sáttmálan

Í B36 fegnast tey um, at 24 ára gamli álopskendi miðvallarin og toppskjúttin í fjør eisini spælir í hvítum í 2023.

Michal Przybylski í Conference League-dysti móti Viborg. Júst í evropeiskum dystum hevur Michal skarað framúr í nøkrum førum (Mynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski í Conference League-dysti móti Viborg. Júst í evropeiskum dystum hevur Michal skarað framúr í nøkrum førum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-03 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- 24 ára gamli framrættaði póllendingurin og B36 hava í kvøld gjørt nýggjan sáttmála fyri 2023.

Hesum boðaði B36 frá í gjárkvøldið.

Undan síðsta kappingarárið skifti Michal Przybyski aftur til B36 eftir eitt ár í HB. Póllendingurin, ið tó hevur búð í Føroyum, síðani hann var tvey ár og bíðar eftir føroyskum passi, gjørdist toppskjútti hjá B36 við 12 málum. 

Michal spældi í samanlagt 35 dystum og var við at fáa B36 í Evropa aftur. Í Evropa spældu Michal Przybyski og liðið seg víðari tvær ferðir.

Sambært Faroesoccer hevur 24-ára gamli miðvallarin 160 dystir í Betrideildini, 13 steypadystir og 19 evropeisku dystunum. Í teimum 19 evropeisku dystunum hevur hann skorað seks mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder