Annað

Fýra steyp og fýra diplom við heim úr Danmark

Føroysku boksararnir stóðu seg val í kapping – nú vónar Tórshavn Boksing at fáa hjálp frá kommununi til at rinda húsaleiguna, so felagið ikki gerst húsvilt.

2022-12-05 14:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavn Boksing kemur enn einaferð heim úr Danmark við nógvum sigrum í skjáttuni.

Um vikuskiftið vóru níggju nevaleikarar frá føroyska boksifelagnum í Nykøbing á Sælandi fyri at luttaka á boksistevnu.

Fimm teirra skuldu royna seg í veruligum dysti enn eina ferð, meðan fýra skuldu boksa diplomdystir, sum er fyrsta royndin hjá boksarum í dysti.

Tá diplomdystir verða boksaðir, verða boksararnir mettir eftir eini stigaskipan. Um boksararnir fáa meira enn 27 stig, fáa teir diplom, og neyðugt við diplomum fyri at sleppa at boksa veruligar dystir.

Allir fýra byrjararnir fingu síni diplom. Janus Patursson fekk 31 stig móti einum boksara frá Gilleleje. Karstin Ljósstein møttum einum tekniskt sterkum boksara frá CIK, og fekk 28 stig. Rógvi Ziskason møtti einum frá Næstved, sum ikki hevði eins nógvar royndir, og fekk tí heili 32 stig í sínum fyrsta diplomdysti. Og lítlibeiggin, Heri Ziskason, vísti eisini góða boksing, og fekk eisini 32 stig í sínum fyrsta diplomdysti, sum var móti einum boksara frá Farum.

[object Object]

Teir royndu stóðu seg væl

Eisini teir meira royndu boksararnir hjá Tórshavn Boksing kláraðu seg væl á boksistevnuni í Nykøbing.

Fyrsti maður í boksiringinum var Teitur Annand berg, sum møtti einum boksara frá Ballerup. Og eftir eitt fyrsta umfar, sum Teitur brúkti til at lesa mótstøðumannin av, gjørdi hann reint borð í øðrum umfari, tá teljast mátti fyri boksaranum úr Ballerup tvær ferðir, og so vann Teitur upp á tekniskt knockout.

Magni Vang boksaði tann næsta dystin móti einum boksara frá ABC Amager. Hetta gjørdist ein sera javnur dystur, har hvørgin vildi geva seg. Men tá dómaraatkvøðurnar vórðu taldar saman, var Magni kosin vinnari við øllum teimum fimm dómarunum.

Noa Jakobsen var tann triði í dysti. Hann møtti einum boksara frá Gladsaxe. Fyrstu tvey umførini vóru jøvn, men í triðja umfari var mótstøðumaðurin útlúgvaður, og Noa vann greitt.

Jonathan Malaikev varð fjórði føroyingurin í ringinum. Hetta er tann royndasti av teimum føroysku boksarunum, og hann fekk sína sak fyri móti manninum, sum vann silvur til danmarksmeistarakappingina.

Hóast Jonathan tapti greitt, so varð hetta ikki nakað stórt vónbrot, tí tað var ein liður í fyrireikingunum hjá Jonathan til at royna seg komandi ár í sterkum kappingum í Týsklandi og Onglandi, at hann skuldi móta mótstøðu, ið er sterkari enn hann. Jonatan boksaði ein góðan dyst, tapti greitt, tó uttan at verða útsligin av álvara.

Síðsti føroyingur í ringinum í kappingini var David Kunoy, sum møtti einum ukreinskum boksara, sum hevur heimavøll í Nykøbing. Ukreinin er sterkur, men tað er David eisini, og móti endanum av dystinum var tað føroyingurin, sum kláraði seg best, og David Kunoy vann við dómaraatkvøðunum 4-1.

Gerast betri fyri hvørja ferð

Føroyingarnir eru sera væl nøgdir við úrtøkuna frá ferðini, sum gav sigur í átta út av nýggju dystum.

- Hetta vísir, at vit gerast betri fyri hvørja ferð vit luttaka í kapping uttanlands, og hetta er eisini úrslitið av, at vit tóku avgerðina um at flyta úr høllini á Hálsi til egin hølir inni á Hjalla.

- Nú er bara at vóna, at kommunalu myndugleikarnir eisini síggja úrslitini, og harvið eisini innsíggja, at tey eiga at stuðla okkara felag, so vit ikki verða noydd til at siga leigusáttmálan upp, tí vit ikki hava ráð at rinda fulla húsaleigu, sigur Martin Meng, formaður og høvuðsvenjari í Tórshavn Boksing. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder