Fótbóltur

Kroatar vóru kaldari

Dominik Livakovic bjargaði trimum av fýra brotsspørkum hjá Japan, og aftur er Kroatia víðari í einum HM-endaspæli eftir brotssparkskapping.

Livakovic fór rætt tríggjar út av fýra ferðum (Mynd: EPA)

Livakovic fór rætt tríggjar út av fýra ferðum (Mynd: EPA)

2022-12-05 18:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er fyrsta áttandapartsfinalan, har neyðugt var við longdari leiktíð - umframt brotssparkskapping - fyri at avgerða hana av. Tað vóru Kroatia og Japan, sum seint seinnapartin spældu 1-1 eftir vanliga leiktíð. Einki mál kom í longdari leiktíð, og síäni snúði tað seg um at vera kaldast úr ellivu metrum. Tað vóru kroatar, ið eisini komu víðari á sama hátt tvær ferðir í HM 2018.

Tá var málverjin Danijel Subasic ein sentralur persónur - hesaferð var tað málverjin Dominik Livakovic, ið gjørdist stóra hetjan. Málverjin, sum til dagliga spælir í Dinamo Zagreb, helt málið reint móti bæði Marokko og Belgia, og í dag bjargaði hann tríggjar ferðir væl úr ellivu metrum.

[object Object]
Livakovic fagnaður (Mynd: EPA)

Japanar høvdu ikki beinleiðis góð spørk, men Japan var omaná og meira ágangandi í fyrra hálvleiki av vanligu leiktíðini. Tað gav úrslit beint fyri hálvleik, tá áleyparin Dazien Maeda var til reiðar eftir eitt innlegg.

Tað var Ivan Perisic eisini tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá kanturin javnaði við flottum stútara. Han skoraði eisini í hálvfinaluni og finaluni í HM fyri fýra árum síðani.

Japan er ongantíð komið longur enn áttandapartsfinaluni, og eins og í Suðurafrika í 2010 fór liðið út eftir brotssparksskapping í einari slíkari í dag. Kroatia skal spæla fjórðingsfinalu moti vinnaranum í kvøld, tá Suðurkorea og Brasil hittast.

[object Object]

[object Object]

HM-áttandapartsfinalur 


Í dag, mánadagin 05.12: 

Japan - Kroatia 2-4 eftir brotssparkskapping (1-1 eftir vanliga og longda leiktíð)


19.00: Brasil - Suður Korea



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder