Fótbóltur

Aron Knudsen til B36

23-ára gamli álopskendi miðvallarin úr Saltangará gjørdist skaddur í apríl og hevur ikki spælt ein dyst síðani. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála við B36.

Aron Kundsen - her í steypafinaluni í 2021 móti júst B36. Tá skoraði Aron fyri barndómsfelagið, ið tó tapti fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Aron Kundsen - her í steypafinaluni í 2021 móti júst B36. Tá skoraði Aron fyri barndómsfelagið, ið tó tapti fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-07 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 kunngjørdi í gjárkvøldið ein nýggjan spælara. Talan er um 23-ára gamla Aron Kundsen, ið skiftir úr NSÍ.

Miðvallarin, ið er tekniskt sterkur og er lættur á fótum, hevur spælt 56 dystir á høgum stigi fyri barndómsfelagið NSÍ. Í teimum hevur Aron skorað tíggju mál, og tað var serliga í seinnu hálvu í 2021, at hann gjørdi vart við seg. Aron Knudsen skoraði millum annað í steypafinaluni móti júst B36.

Nú er greitt, at júst Aron er fyrsti nýggi útileikari, ið B36 fær til næsta kappingarár, og hann hevur skrivað ein tvey-ára sáttmála við havnarfelagið. Framanundan hevur B36 gjørt tvey-ára sáttmála við málverja úr Vágunum, Silas Eyðsteinsson. 

Aron Knudsen hevur so at siga alt árið stríðst við skaða í serliga lærkrikanum. Nú skal fyrrverandi NSÍ-spælarin aftur á vøllin og royna seg í nýggjum felagið.

B36 skal aftur í 2023 spæla evropeiskan fótbólt. Liðið hevur millum annað tryggjað sær nýggjan sáttmála við Andrass Johansen, og sum skilst eru onkrir nýggir spælarar møguliga á veg inn í B36-húsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder