Annað

Kappróðrarneystið í Klaksvík verður alment tikið í nýtslu í dag

Móttøka verður við Biskopstorg klokkan 16.

Fyri jól varð gamla neystið tikið niður, og nógv varð flutt yvir í nýggja neystið, sum er heilt stutt frá, har gamla neystið var. Umstøðurnar eru munandi batnaðar (Mynd: klaksvik.fo)

Fyri jól varð gamla neystið tikið niður, og nógv varð flutt yvir í nýggja neystið, sum er heilt stutt frá, har gamla neystið var. Umstøðurnar eru munandi batnaðar (Mynd: klaksvik.fo)

2023-01-25 08:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur vunnið eina rúgvu av steypum, og serliga seinastu árini hevur felagið vunnið nógv í ymiskum bátastøddunum.

Umstøðurnar hava tó ikki verið nøktandi seinastu árini, og arbeitt hevur verið við verkætlan við nýggjum neysti í nógv ár. Byggisáttmáli var undirskrivaður í september 2020 millum Klaksvíkar kommunu og Kanjon, og sjey milliónir vórðu settar av til verkætlanina tá. 

Les eisini: Nýtt kappróðrarneyst í Klaksvik verður nú veruleiki

Fyri jól varð gamla neystið tikið niður, og nógv varð flutt yvir í nýggja neystið, sum er heilt stutt frá, har gamla neystið var. 

[object Object]
Her sæst økið, har gamla neystið var, og tað nýggja er

[object Object]
Mongu rógvararnir í felagnum eru farnir í gongd í nýggju hølunum (Myndir: Klaksvíkar Róðrarfelag)

Í dag, mikudagin 25. januar klokkan 16.00 verður móttøka í neystinum, sum er við Biskopstorg, í samband við, at nýggja kappróðrarneystið verður tikið alment í nýtslu. Rógvararnir eru tó farnir í gongd at nýta mongu maskinurnar og hinar útgerðina í snotiliga húsinum.

Klaksvíkar kommuna boðar frá, at Karl Johansen, borgarstjóri, Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini og umboð fyri Klaksvíkar Róðrarfelag. Eisini er tónleikur á skránni og okkurt lætt ábit á fáa.

[object Object]

[object Object]
Myndir: klaksvik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder