Fótbóltur

Pætur Petersen skal hava heimavøll á Akureyri næstu trý árini

24-ára gamli skálvíkingurin hevur í dag skrivað sáttmála við liðið, sum endaði nummar í topp-trý í bestu íslendsku deildini í fjør. Harvið eru álopskendir spælarar úr Føroyum nú uppaftur betri vælumboðair í íslendska oddinum.

Pætur Petersen skal aftur spæla í gulum og bláum - tað gjørdi orkuríki skálvíkingurin í sínum uppvøkstri í B71. Seinastu fýra árini hevur hann spælt við HB (Mynd: ka.is)

Pætur Petersen skal aftur spæla í gulum og bláum - tað gjørdi orkuríki skálvíkingurin í sínum uppvøkstri í B71. Seinastu fýra árini hevur hann spælt við HB (Mynd: ka.is)

2023-01-27 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ikki verið nøkur loyna, at skálvíkingurin hevur ætlað sær uttanlands at spæla. Áðrenn ársskiftið varð 24-ára gamli álopskendi spælarin settur í samband við felag í næstbestu svensku deildini, og fyrr í hesum mánaðinum var Pætur Petersen og royndarvandi í Esbjerg.

Har spurdist eingin sáttmáli burturúr, men hevur ein onnur royndarvenjing givið úrslit. Skálvíkingurin hevur vant við KA á Akureyri, og í dag er ein sáttmáli millum partarnar kunngjørdur. Hesin sáttmálin er galdandi í trý ár.

- Pætur hevur vant við KA í seinastuni, og vit eru sera spent uppá at síggja hann í gulu og bláu blusuni hetta komandi kappingarári. Pætur er ein áleypari við nógvari orku og megi, og hann kann eisini spæla á bæði høgra og vinstra vongi. Henn spældi sínari fyrstu A-landsdystir fyri Føroyar í november, og hevur eisini umboða Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum.

Soleiðis skrivar Knattspyrnufelag Akureyrar á heimasíðu sínari, í samband við at Pætur hevur skift HB út við KA. Felagið skrivar eisini, at Pætur í 2020 vann føroysku greipuna, at hann eisini gjørdist steypavinnari við HB í 2019.

[object Object]
Pætur Petersen skoraði tíggju ferðir fyri HB í Betrideildini í fjør og hevur roynt nógv í felagnum 

[object Object]
Her sæst Pætur í A-landsdysti í Kosovo í november (Myndir: Sverri Egholm)

Tveir aðrir álopskendir spælarar, ið vóru við landsliðnum í Kekkia og Kosovo í november, hava gjørt sáttmála við íslendskt felag í vetur. Klæmint Andrasson Olsen og Patrik Johannesen umboða nú Breiðablik, sum vann meistaraheitið við átta stigum fleiri enn KA í fjør.

Tveir aðrir føroyskir landsliðsspælarar umboða KA. Felagið á Akureyri fevnir eisini um hondbólt, og Allan Norðberg og Nicholas Satchwell eru í hópinum har - Áki Egilsnes hevur eisini havt heimavøll á Akureyri áður.

Pætur Petersen er uppvaksin á Sandoynni og harvið í B71 sum ungdómsspælari. Hann skifti sum tannáringur til B36, men fekk eitt slag av gjøgnumbroti í føroyskum fótbólti í 2017 og 2018 við EB/Streymi. Síðani 2019 hevur Pætur umboðað HB. Í fjør skoraði hann 10 mál í 25 dystum í Betrideildini. Samanlagt hevur hann spælt yvir 170 dystir og skorað 40 mál á hægsta stigi í Føroyum.

Pætur Petersen hevur sambært Faroesoccer spælt 13 evropeiskar dystir fyri HB og skorað trý mál. Hetta kann gerast gott í summar, skrivar KA, ið hevur Conference League-avbjóðing fyri framman. Har er, sum bolt.fo vísir á, møguleiki fyri at KA fær eitt av gomlu feløgunum hjá Pæturi í lutakastinum: B36 ella HB. 

Dagført: 13.16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder