Fótbóltur

Tveir spælarar úr Grønlandi til royndarvenjing í KÍ

Hetta er sum liður í samstarvi við felag úr Nuuk. Rene Eriksen Petersen og Bastian Rosing royna seg í hesum døgum við 1. deildarliðnum í Klaksvík, har teir skulu vera í tvær vikur.

21 ára gamla Rene Eriksen Petersen (t.v) og 22 ára gamla Bastian H Rosing (t.h) (Mynd: ki.fo)

21 ára gamla Rene Eriksen Petersen (t.v) og 22 ára gamla Bastian H Rosing (t.h) (Mynd: ki.fo)

2023-02-03 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á heysti í fjør varð ein samstarvsavtala gjørd millum KÍ og B67, ið er eitt felag úr Nuuk. Tað er tað felagið við flest meistaraheitum í Grønlandi, og stutt eftir samstarvið við KÍ varð kunngjørt, gjørdi B67 samstarvsavtalu við danska stórfelagið FCK.

Partur av samstarvinum er, at spælarar úr Grønlandi koma til Klaksvíkar at vísa síni evni.

- Evnaríkastu leikararnir í B67 fáa møguleikan at royna seg í KÍ akademinum, eins og á fremstu liðunum hjá KÍ. Við hesum samstarvi kunnu evnaríkastu grønlendsku leikararnir í B67, umvegis KÍ, nærkast europeiskum fótbólti.

Soleiðis stóð í skrivinum í september, og í løtuni eru fyrstu grønlendsku spælararnir til royndarvenjing í Klaksvík. Talan er um 21 ára gamla Rene Eriksen Petersen og 22 ára gamla Bastian Rosing. Sambært ki.fo skulu teir báðir vera í Klaksvík í 14 dagar, har teir skulu royna seg sum yrkisspælarar. Heima í Grønlandi hava Rene og Bastian serliga spælt nógv futsal, men dáma tó best at spæla ordiligan fótbólt. 

Serliga Rene hevur gjørt vart við seg í grønlendskum fótbólti, og í gjár vandi hann tvær ferðir

- Rene bleiv í fjørð summar kosin at vera ársins leikari til Grønlendska meistaraheiti. Báðir leikarir eru offensivir og hava teir í morgun vant fyri fyrstuferð saman við okkara akademistjóra Jonas Nielsen og skulu eftir ætlan venja saman við 1.deild í kvøld og í annaðkvøld. Eisini vera teir við til venjingardystin hjá 1.deild komandi leygardag ímóti Víkingi.

[object Object]
Teir báðir spælararnir úr B67 á flogvøllinum í Vágunum 

[object Object]
Akademistjórin hjá KÍ, Jonas Nielsen, vísir teimum umstøðurnar við Djúpumýru

[object Object]

Her koyrir hann einsæris venjing við teimum

[object Object]
Rene til venjing við 1. deild (Myndir: B67)

Hetta skrivaði KÍ seinnapartin í gjár. Um hugt verður á Facebook-síðuna hjá felagnum úr Nuuk, so sæst týðiliga at vitjanin í Klaksíkfyllir nógv: Átta uppsløg eru gjørd, síðani Rene Eriksen Petersen og Bastian Rosing komu umborð á Atlantic Airways mikudagin.

Kenneth Kleist, næstformaður í B67, er við fyrstu dagarnar. Umframt at dagføra á sosialu miðlunum brúkar hann dagarnar at hyggja eftir og læra, hvussu KÍ arbeiðir við akademinum og fyri at leggja ætlanir um samarbeiði framyvir. Tað er týðiligt, at hann og spælararnir eru bergtiknir av umstøðunum í Klaksvík. 

Tað sæst eisini á síðuni, at tann eini spælarin - Bastian Rosing - føldi okkurt í knænum áðrenn venjingina í gjárkvøldið, og bíðaði hann eftir meting frá fysioterapeuti. Tískil var tað bert ársins spælari í Grønlandi í fjør, ið vandi við næstbesta mansliðnum hjá KÍ í gjár, og skal hann spæla venjingardyst móti Víkingi í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder