Fótbóltur

Skulu royna seg móti Haaland og Ødegaard í Oslo

FSF hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið um venjingardyst á Ullevaal í november fýra dagar áðrenn seinasta undankappingardyst. Harvið er skráin fyri 2023 endalig.

Erling Håland til venjing á Ullevaal í november 2019 dagin fyri undankappingardyst móti Føroyum. Áleyparin, ið tá var farin í gongd við at bergtaka Evropa, gjørdist tó skaddur í upphitingini á dystardegnum (Mynd: Sverri Egholm)

Erling Håland til venjing á Ullevaal í november 2019 dagin fyri undankappingardyst móti Føroyum. Áleyparin, ið tá var farin í gongd við at bergtaka Evropa, gjørdist tó skaddur í upphitingini á dystardegnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-03 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur A-landsliðið við monnum spælt tilsamans tíggju landsdystir um árið. Hetta er sum partur av kravinum frá UEFA í samband við sjónvarpsavtaluna, og nú er tíggjundi dysturin í 2023 komin upp á pláss.

Fótbóltssamband Føroya boðaði fyri løtu síðani frá, at avtala er gjørd við NFF, norska fótbóltssambandið, um at Noreg og Føroyar spæla venjingardyst á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.

– Tað er altíð deiligt at fáa nakrar venjingardystir, og hesin dysturin verður góð fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Albania, sum verður á útivølli fýra dagar seinni

Hetta sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, við fsf.fo. Hesin dysturin í norska høvuðsstaðnum verður, sum hann nevnir, stutt áðrenn dystin í Albania, sum er tann seinasti í EM-undankappingini

Dystarskráin fyri 2023 hjá A-landsliðnum: 

DatoKlokkan
Kapping / Stadion
24. mars19:45Moldova – FøroyarEM 2024
27. mars17:00Norðurmakedónia – FøroyarVenjingardystur
17. juni19:45Føroyar – KekkiaEM 2024 / Tórsvøllur
20. juni19:45Føroyar – AlbaniaEM 2024 / Tórsvøllur
7. sept.19:45Pólland – FøroyarEM 2024
10. sept.17:00Føroyar – MoldovaEM 2024 / Tórsvøllur
12. okt.19:45Føroyar – PóllandEM 2024 / Tórsvøllur
15. okt.17:00Kekkia – FøroyarEM 2024
16. nov.??Noreg - FøroyarVenjingardystur
20. nov.19:45Albania – FøroyarEM 2024


Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fýra ferðir áður roynt seg ímóti Noregi – í tveimum venjingardystum, og í undankappingini til EM 2020, tá londini við sterku søguligu bondunum vóru í bólki saman. 

Í dystinum á Ullevaal í november 2019 fingu føroyingar ein skelk, og vóru aftanfyri 2-0, tá átta minuttir vóru spældir. Hetta var eisini eitt ringt føroyskt avrik, og tað endaði 4-0.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Í løtuni eru tveir av allarbestu spælarunum í Premier League norðmenn. Erling Håland setur nýggj støði fyri málskjóting í Manchester City, og Martin Ødegaard er liðformaður og stýrir spælinum hjá Arsenal meistarliga. Teir stríðast um meistaraheitið, og møguliga spæla teir móti Føroyum í november.

Teir vóru ikki á vøllinum, tá liðini seinast. Ødegaard var ikki tøkur, og Erling Håland gjørdist skaddur í upphitingini. Áleyparin, ið tá var í gongd við at taka Evropa á bóli við Salzburg og sum var á veg til Borussia Dortmund, skuldi annars spæla frá byrjan á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder