Hondbóltur

Hvirluvindurin úr Hoyvík er ársins stjørnuskot

17 ára gamli Óli Mittún sum av álvara hevur sligið sítt navn fast í 2022, gjørdist ársins stjørnuskot á Ítróttafagnaðinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-04 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast, bæði í Føroyum og uttanlands, og tað varð hann heiðraður fyri á Ítróttafagnaðinum í Norðurlandahúsinum í kvøld.

Ann Ellefsen tók ímóti heiðrinum fyri 17 ára gamla sonin, sum spælir hondbólt í Svøríki.

Óli Mittún er ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022.

- Tað var eitt sindur løgið í byrjanini, men tað at hann býr saman við Eliasi systkinabarninum, ger tað nógv nemmari, segði Ann Ellefsen.

Man ivast nógv í um tað er ov tíðliga, og tað vil tað framvegis vera. Men hetta er os hansara dreymur. Higartil hevur tað gingið væl, segði Ann Ellefsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder