Fótbóltur

Søguligt mál tryggjaði Tottenham sigur

Harry Kane skoraði sigursmálið móti Manchester City, og er nú tann leikarin, sum hevur skorað flest mál fyri Tottenham.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-06 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kom bert eitt mál í oddadystinum í ensku Premier League kappingini í gjár. Hinvegin gjørdist tað eitt søguligt mál, tá Tottenham Hotspurs vann 1-0 á Manchester City.

Áleyparin Harry Kane fekk sítt mál nummar 267 fyri Tottenham, og harvið fór hann fram um Jimmy Greaves, sum átti metið fyri flest mál fyri Tottenham.

Sigursálið kom tá eitt korter var farið av dystinum. Hóast fleiri møguleikar, so eydnaðist tað ikki Manchester City at fáa bóltin inn um málstrikuna. Við úrslitinum er støðan í oddinum av Premier League tann sama: Arsenal, sum leygardagin tapti fyri Everton, liggur á odda við 50 stigum, fimm fleiri enn Manchester City og sjey fleiri enn Manchester United.

Tottenham liggur á fimta plássi við 39 stigum, eitt stig aftan fyri Newcastle United á fjórða plássi. 

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder