Tín vegur til allar føroyingar

Umvegis vevlysingar.fo kanst tú við nøkrum fáum klikkum umsita allar tínar lýsingar á Føroya mest vitjaðu heimasíðum, umframt á fleiri uttandura talgildum skíggjum kring landið.

Leys størv

Hví ikki lýsa eftir fólki, har flest føroyingar møtast?
Vit hava samband við flest allar føroyingar í Føroyum og uttanlands. Tær nýtist tí bert ein samstarvsfelaga, tá ið tær tørvar nýtt starvsfólk ella lærlig.

Forsíðan á portal.fo hevur fleiri enn 150.000 dagligar vísingar. Starvslýsingarnar eru tí sera sjónligar – eisini fyri tey, ið ikki leita eftir einum nýggjum starvi, men sita í líknandi størvum, og fáa eyga á júst tína fyritøku.

Starvslýsingar síggjast undir Leys størv á m.a. portal.fo og bladid.fo

Lýsingarnar kunnu umsitast á vevlysingar.fo.
Eisini er møguligt at senda starvslýsingina á lysingar@knassar.fo, so leggja vit fegin lýsingina út fyri teg.

  1. Rita inn ella skráset brúkara

    1. Innrita
    2. Vel Starvslýsingar
    3. Trýst á knøttin + Stovna starvslýsing
  2. Stovna lýsing

    1. Set inn heiti á starvslýsingini í felt 1.
    2. Um starvslýsingin liggur online, legg so leinkjuna inn í felt 2. Um ikki, legg so tekstin í felt 3.
    3. Innset dato fyri freist at søkja í felt 4.
    4. Innset búmerki í felt 5.
    5. Trýst á Goym
  3. Vel nær lýsingin skal verða online

    1. Trýst á knøttin Nýggja linju
    2. Vel dato og tíðspunkt nær lýsingin skal byrja og vel tendra.
    3. Trýst aftur á knøttin Nýggja linju, og vel síðan nær lýsingin skal enda.
    4. Trýst á Goym og lýsingin kemur út ásettu tíð.
  4. Hagtøl og broytingar

    1. Tú hevur møguleika at fylgja hagtølum live.
    2. Til ber at gera broytingar í lýsingini ella steðga henni.

    Dagskostnaðurin lækkar tess longur starvslýsingin liggur úti.

    • 1. dagar: 600 kr. u/mvg (umframt tín uppsparda avsláttur)
    • 2.-7. dagur: 300 kr. u/mvg (umframt tín uppsparda avsláttur)
    • 8.-14. dagur: 200 kr. u/mvg (umframt tín uppsparda avsláttur)
    • 15. dagur: 100 kr. u/mvg (umframt tín uppsparda avsláttur)